Treytir

Gjaldstreytir

Allar bíleggingar verða goldnar við gjaldskorti ella PayPal. Gjaldast kann við hesum kortum: Visa, Dankort og Mastercard. Undantøk frá hesi treyt eru størri bólkar, har ið til ber at seta seg í samband við okkum á tlf: 261380 ella gestablidni@gmail.com, fyri at hoyra nærri.

Inn- og útskriving

Innskriving er kl. 16:00 og útskriving er kl. 11:00 fráfaringardagin.

Iðranarrættur

5 dagar áðrenn

Fyri at fáa allan peningin endurgoldnan, má gesturin strika bíleggingina minst 5 dagar áðrenn innskrivingardagin (lokal tíð). 

Innskrivingardagur

Um ein gestur strikar bíleggingina færri enn 5 dagar áðrenn innskriving, kann tann fyrsta náttin og 50% av øllum eftirfylgjandi nætum ikki endurgjaldast.

Fráfaringardagur

Um ein gestur velur at fara heim áðrenn fráfaringardagin, fær gesturin 50% aftur av prísinum per nátt, fyri tær nætur ið eru eftir, 24 tímar eftir avlýsing.

Trygd

Vit nýta trygdarprokollina SSL (secure socket layer), sum fjalir upplýsingarnar millum internetbrovsara (kortánara) og internetservera (heimasíðu). Teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir millum tína teldu og okkum. SSL gjaldshátturin, ið er vanligasti og mest nýtti háttur, er ein tryggur háttur at flyta pening við. 

Trúnaður

Navn, bústaður og teldupostur ið tú sendir til okkara, verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at umsita sjálvt bíleggingina.

Leiga av línpakkum

Línpakkar (seingjarklæði og baðihandklæði) kunnu leigast frá Gestablídni fyri 110 kr. per persón. Vinarliga ikki tak heim við, aftaná vitjan. Manglar í av línpakkanum, tá ið gesturin er farin heimaftur, verður ein rokning send. Er eitt lak burtur, kostar hetta 100 kr. Er eitt dýnu- og koddavár er burtur, kostar hetta 250 kr. Er eitt handklæði burtur kostar hetta 100 kr. 

Lyklar

Blívur lykilin til eina smáttu burtur, verður ein rokning á 500 kr. send til gestin.