Njót friðin og hugnan í Smáttu A. Staðsetinging av smáttunum er framúr góð, tætt við spælipláss, gongugøtur, Vatnið og Vágseiðið. Harumframt er skjótt til handils og matstovur.
Far ein túr í Pálshøll við Føroya einasta 50 m hyli, ella vitja Marghøllin. Til ber at bíleggja klattritímar, so tú fært roynt 14 m høga veggin.
Smátta A hevur 1 kamar við tveimum seingjum, og eina hems, við tveimum madrassum. Eisini hevur hon eitt størri baðirúm enn hinar smátturnar, og er handikapsvinarlig. Pláss er fyri 4 fólkum.
Møguligt er at leiga heitan pott og sauna fyri 500 kr. um tíman.
4 dýnur og koddar eru í smáttuni. Tað er møguligt at leiga línpakkar (seingjarklæði og baðihandklæði) og kostar tað 110 kr. per persón.