SMÁTTA F

Úr 995 kr/nátt
Pláss fyri 6 fólkum Baðirúm Køkur

Lýsing

Njót friðin og hugnan í Smáttu F. Staðsetinging av smáttunum er framúr góð, tætt við spælipláss, gongugøtur, Vatnið og Vágseiðið. Harumframt er skjótt til handils og matstovur. Far ein túr í Pálshøll við Føroya einasta 50 m hyli, ella vitja Marghøllin. Til ber at bíleggja klattritímar, so tú fært roynt 14 m høga veggin. Smátta F hevur 2 kømur, har tað eina hevur eina dupultsong og hitt tvær einkultsengur, og eina hems, við tveimum madrassum. Pláss er fyri 6 fólkum. Møguligt er at leiga heitan pott og sauna fyri 500 kr. um tíman. Seks dýnur og koddar eru í hvørjari smáttu. Tað er møguligt at leiga línpakkar (seingjarklæði og baðihandklæði) og kostar tað 110 kr. per persón.

HENTLEIKAR

Flatskerms Sjónvarp

Smáttan hevur eitt flatskerms sjónvarp í stovuni.

Høgstólur og barnasong

Høgstólur og barnasong kann veitast, eftir ynski.

Familjuvinarligt

Smáttan er familjuvinarlig.

Løtt inn- og útskriving

Allar smáttur hava egið lyklaskáp. Kotan til skápið verður veitt beint áðrenn komu.

Parkeringarpláss

Parkeringarpláss er beint við smáttuna.

Inn- og útskriving

Innskriving kl. 16:00 og útskriving kl. 11:00

Lágárstíð
1. oktober til 30. apríl
995 DKK / nátt / smáttu
  • Reingerð 500 DKK per smáttu
Háárstíð
1. mai til 30. september
1095 DKK / nátt / smáttu
  • Reingerð 500 DKK per smáttu
"En dejlig og hyggelig hytte, god beliggenhed, glæder os til næste besøg."
Magna
Aiugust 2020

Bílegg smáttu F

Smátta F er eisini á Airbnb og Tripadvisor

SPURNINGAR?

Comments are closed.