Njót friðin og hugnan í Smáttu H. Staðsetinging av smáttunum er framúr góð, tætt við spælipláss, gongugøtur, Vatnið og Vágseiðið. Harumframt er skjótt til handils og matstovur.
Far ein túr í Pálshøll við Føroya einasta 50 m hyli, ella vitja Marghøllina. Til ber at bíleggja klattritímar, so tú fært roynt 14 m høga veggin.
Smátta H er innrættað við 1 baðirúmi, 2 kømrum, við tveimum einkultsengrum í hvørjum, og eina hems við einari dupultmadrassu. Pláss er fyri 6 fólkum.
Møguligt er at leiga heitan pott og sauna fyri 500 kr. um tíman.
Seks dýnur og koddar eru í hvørjari smáttu. Tað er møguligt at leiga línpakkar (seingjarklæði og baðihandklæði) og kostar tað 110 kr. per persón.