Smátturnar í Vági

Tín vitjan í vøkru Suðuroy er enn betri, í hugnaligu smáttunum í Vági. Hesar smátturnar eru tað perfekta útgangsstøðið at koma “heim” til eftir ein dag við spennandi upplivingum og tiltøkum.  Er veðrið keðiligt, hevur tú tó góðir møguleikar fyri at hugna tær innandura í teim hugnaligu karmunum. Les eina góða bók ella spæl eitt borðspæl, við heitari sjokolátu afturvið. 
Hugnaligu smátturnar í Vági eru vælumtóktar. Fyri at tryggja tær eitt pláss, er best at bíleggja skjótast tilber.
 
Staðseting av Smáttunum í Vági

VÆLKOMIN TIL SUÐUROY

Suðuroy er tann syðsta oyggin í Føroyum. Staðsetingin ger, at avstandurin til hana er longri, og her er ikki so fólkatætt sum í aðrastaðnis á meginøkinum. Men tað ger ikki oynna minni sjarmerandi. Koyr umborð á Smyril og lat feriuna byrja.

Play Video

SPURNINGAR?