Um Smátturnar

Vælkomin til hugnaligu Smátturnar í Vági, Suðuroy. Smátturnar, sum eru 9 í tali, eru eitt gistingarstað, har tú kanst slappa av og njóta friðin í einum føgrum og familjuvinarligum umhvørvið.

Smáttunar eru staðsettar millum vælumtókta Vatnið og vakra Vágsfjørð, við góðum útsýnið yvir á grasfløtir og fjøll. Smátturnar liggja tætt við handlar og frálíkar gonguleiðir. Parkin, við einum góðum spæliplássi til børnini, liggur eitt minutt til gongu frá smáttunum.

Allar smátturnar eru innrættaðar, soleiðis at tú fært eitt hugnaligt uppihald, har tú kanst slappa av, njóta friðin og ferð tína. Møguleiki er at bíleggja sauna og uttandura hitapott, ið er væl hóskandi fyri bæði familjur og tey romantisku.

Vit leggja dent á góða og persónliga tænastu, og ynskja at gera alt fyri at tú kennir teg væl til rættis í smáttunum. Vit ynskja at bjóða tær hjartaliga vælkomnan til at uppliva vøkru Suðuroy, meðan tú býrt í smáttunum.